Heftir til brúðarveitslu

Úr 1.350,00 DKK

Bílegg heftir til brúðarveitslu beinleiðis her. Tú kanst sniðgeva sjálv/sjálvur ella senda okkum eina prentklára fíl.

Clear

Sniðgev

Legg prentklára fíl upp

Víðari

← Aftur til valmøguleikar

Hvussu vilt tú sniðgeva Heftir til brúðarveitslu

Legg eina prentklára fíl upp (PDF)

  • - Sniðgev sjálv/ur offline
  • - Vit prenta hana fyri teg

Sniðgev sjálv/ur online

  • - Fá íblástur úr okkara skapilónum
  • - Skapa títt egna snið
×
Vørunr: N/A Bólkar: , , Tags: , , , Product ID: 7767

Lýsing

Vit framleiða heftir í øllum vanligum støddum. Okkara maskinur gera tað møguligt at framleiða heftini skjótt, sum skapar eina sera stutta avgreiðslutíð. Omanfyri hevur tú møguleika at bíleggja brúðarveitslu-heftir har tú kanst sniðgeva sjálv/sjálvur ella senda okkum eina prentklára fíl. Eisini hava vit møguleika til at sniðgeva heftini fyri teg.

Valmøguleikar

Stødd

A5 (148 x 210 mm)

Síðutal

20 Síður (Standard)

Vegleiðing

Um tú ynskir at sniðgeva eitt hefti, so hevur tú møguleika til tað við at trýsta á Sniðgev. Vit viðmæla at nýta Chrome browsaran. Um tú hevur trupulleikar ella spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Goym snið
Um tú ynskir at goyma títt snið og venda aftur seinni, so viðmæla vit at tú javnan tekur Backup av sniðinum, helst um tú ætlar at venda aftur seinni. Hetta kanst tú gera við at trýsta á Snið > Goym snið. Hetta gevur tær eina backup fíl, sum tú kanst uploada við at trýsta á Snið > Uploada Design.

G.G. Skipanin kann geva feilir við uppsetan. Tí er tað týdningarmikið at taka backup so ofta sum møguligt. Vit viðmæla at tú tekur backup og prøvar at uploada tað aftur, fyri at vita um títt backup riggaði sum tað skuldi. Eisini er viðmælt at refresha browsarin eftir backup, um nógvar broytingar í sniðinum eru framdar. Hevur tú trupulleikar? Set teg í samband við okkum.

Skapilónir
Fá íblástur við at velja eina skapilón, sum tú kanst laga til eftir tínum tørvi. Tú hevur t.d. møguleika til at trýsta á verandi myndir og síðani leggja nýggjar myndir inn í staðin.

Prentklár fíl
Um tú hevur eina prentklára fíl, so hevur tú møguleika at leggja hana upp og gera eina bílegging. Tað einasta tú skalt gera er at trýsta á Sniðgev og velja Legg eina prentklára fíl upp – PDF. Prentklárar fílir skulu leverast sum PDF við 3 mm Bleed. Til farvuprofilar viðmæla vit Adobe RGB ella FOGRA39.

Myndir
Um tú ynskir at gera eina kollagu /límmynd, so hevur tú møguleika at nýta hesa heimasíðuna:
www.befunky.com
Fyri at gera eina mynd sum hevur fulla stødd til eitt a5 hefti, kanst tú trýsta á Customize og velja Width: 1999px, Height 1425px. Síðani kanst tú goyma límmyndina og uploada hana inná sniðforritið.

Pappír

Silk (Coated)
Hevur eina semigloss/miðal-blanka yvirflatu.
Eitt tað mest brúkta slagið av pappíri til vanlig heftir og mótabløð.
Hetta pappíri hóskar væl til øll sløg av prenti (myndir, tekst og grafik).

Matt (Uncoated)
Pappír við mattari/óblankari yvirflatu við teksturi, sum hevur eina natúrliga útsjónd. Hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum. Somuleiðis er hetta pappíri væl hóskandi til brúðarveitslu-heftir, sum hevur eina natúrliga og romantiska útsjónd.

  • Munken (Uncoated)
    Pappíri hevur eina natúrhvíta yvirflatu, ið er sera mjúk. Hetta pappíri er verður ofta brúkt sum inn-matur í bókum og tað hóskar eisini sera væl til brúðarveitslu-heftir.
  • Matt Endurnýtslupappír (Uncoated)
    100% Endurnýtslupappír er eyðkent av at hava eina natúrhvíta yvirflatu við ymiskum teksturi, sum undirstrikar ein skapandi boðskap. Hóskar sera væl til heftir við einum natúrligum og hugnaligum boðskapi.
  • Matt Luksuspappír (Uncoated)
    Pappíri er framleitt sum premium designara pappír, sum gevur eina heilt serstaka góðsku. Pappíri hevur eina snóhvíta natúrliga yvirflatu við teksturi. Hóskar sera væl til heftir við teksti og myndum, sum útstrála eina serliga góðsku.

 

Stødd

Heftini verða framleidd í vanligu støddini A5 148×210

Endalig stødd: 148×210
Stødd við Bleed: 154×216

Kurv Vøra strikað Angra
  • Ongar vørur í kurvini.