Kalendari 2020

Úr 195,00 DKK

Prenta tín persónliga kalendara fyri 2020 við tínum myndum. Ein frálík gáva til familjuna.

Clear

Sniðgev

×
Vørunr: N/A Bólkar: , Tags: , , Product ID: 11275

Lýsing

Ein kalendari fyri 2020 við merkisdøgum fyri alt árið. Kalendarin verður square-falsaður, reinskorin og holaður – Soleiðis at hann er klárur at hanga upp á veggin.

Valmøguleikar

Pappír

Silk – 170gr (Coated), Matt Endurnýtslupappír – 170gr (Uncoated), Matt Luksuspappír – 170gr (Uncoated)

Vegleiðing

Fyri at sniðgeva ein kalendara kanst tú trýsta á Sniðgev. Vit viðmæla at nýta Chrome browsaran. Um tú hevur trupulleikar ella spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Eisini er møguligt at senda okkum 13 myndir og vit seta kalendarin upp fyri tygum. Hetta kanst tú gera við at senda okkum ein teldupost ella ein fyrispurning. Viðfest myndirnar (www.wetransfer.com) og frámerk tær. T.d. Forsida.jpg, Januar.jpg o.s.fr.

Goym snið
Um tú ynskir at goyma títt snið og venda aftur seinni, so viðmæla vit at tú javnan tekur Backup av sniðinum, helst um tú ætlar at venda aftur seinni. Hetta kanst tú gera við at trýsta á Snið > Goym snið. Hetta gevur tær eina backup fíl, sum tú kanst uploada við at trýsta á Snið > Uploada Design.

Skapilónir
Fá íblástur við at velja eina skapilón, sum tú kanst laga til eftir tínum tørvi. Tú hevur t.d. møguleika til at trýsta á verandi myndir og síðani leggja nýggjar myndir inn í staðin.

Myndir
Um tú ynskir at gera eina kollagu /límmynd, so hevur tú møguleika at nýta hesa heimasíðuna:
www.befunky.com

Pappír

Silk (Coated)
Hevur eina semigloss/miðal-blanka yvirflatu.
Tað mest brúkta slagið av pappíri til vanligar kalendarar.

Matt (Uncoated)
Luksuspappír við mattari/óblankari yvirflatu við teksturi, sum hevur eina natúrliga útsjónd.

Matt (Uncoated)
100% Endurnýtslupappír er eyðkent av at hava eina natúrhvíta yvirflatu við ymiskum teksturi, sum undirstrikar ein skapandi boðskap. Hóskar sera væl til prentlutir við einum natúrligum og hugnaligum boðskapi.

Stødd

Kalendarar verða framleiddir í støddini: A3 297×420

Endalig stødd: 297×420
Stødd við 6 mm Bleed: 309×432

Kurv Vøra strikað Angra
  • Ongar vørur í kurvini.