Lýsing
Vit prenta plakatir í mest brúktu støddunum: A0, A1, A2, A3, 50×70 v.m. Tó prenta vit eisini plakatir í serstøddum. Prenti tolur vatn og verður prenta á coated satin og silk pappír.
Við fyrispurningi er eisini møguligt at fáa annað pappír og aðrar serstøddir.
Legg eina prentklára fíl upp ella sniðgev plakatina her.
Vegleiðing
Til prentklárar fílir av plakatum er best um vit móttaka eina PDF fíl við 3 mm Bleed í øllum síðum. Eisini er møguligt at senda eina JPG fíl við rættari stødd.
Fyri at fáa bestu góðsku er umráðandi at vit móttaka myndir ið eru 300 DPI (PPI) í mun til endaligu støddina.
Til sniðgeving á heimasíðuni síggjast 2 hjálpilinjur framvið kantinum.
Grøna linjan: Trygdarlinja
Hav tekst og grafik innanfyri hesa linjuna, fyri at tryggja at tað ikki verður avskorið.
Reyða linjan: Skeri-linja
Henda linjan vísur, hvar vit skera vøruna. Fyri at fáa prent út til kant, skal tú leggja bakgrundina 3 mm útum skerilinjuna (reyðu linjuna).