Keypstreytir

Keypstreytir hjá Tonito

Tonito Sp/f
Fjøruvegur 7
470 Eiði
Føroyar
Teldupostur: tonito@tonito.fo
Telefon: +298 42 35 60
Vtal: 374989

 

Gjalding

Gjaldskort
Til ber at rinda við Visa og MasterCard. Upphæddin fyri tína bílegging verður ikki trekt av kortinum, fyrr enn vøran verður send ella er klár at heinta, uttan at annað er avtalað. Allar upphæddir á Tonito.fo hava íroknað 25% MVG, uttan at annað er viðmerkt. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, til prentað tilboð ella bílegging er góðkend. Gjaldoyrað er danskar krónur (DKK). Gjaldsupplýsingar verða sendar um eitt trygt SSL-bronglað samband. Tonito hevur ongantíð atgongd til tínar kortupplýsingar.

Bankaflyting
Velur tú at gjalda við bankaflyting, verður bíleggingin sett á bíðistøðu (“On Hold”), til gjaldingin er móttikin og váttað.

Vinarliga viðmerk bíleggingarnummarið í flytingini.

Tú hevur møguleika at viðleggja eina kvittan ella skíggjamynd av flytingini eftir bíleggingina. Hetta kann stytta um viðgerðartíðina, men framleiðslan byrjar ikki, fyrr enn gjaldingin er móttikin ella váttað av Tonito. Tonito tilskilar sær rætt til at krevja, at gjaldingin er skrásett á bankakontu okkara, áðrenn framleiðslan verður sett í gongd.

 

Framleiðsla

Framleiðslutíðin á okkara vørum er sera ymisk. Á flestu vørum kanst tú velja millum ymiskar framleiðslutíðir, sum eru upplýstar. Upplýsta framleiðslutíðin er vegleiðandi. Framleiðslutíðin verður roknað frá tí degi, tá ið øll neyðug skjøl eru móttikin, uppseting er góðkend (har tað er viðkomandi), og gjaldingin er móttikin ella váttað.

Í sambandi við seinking og ófullfíggjaðar vørur, tekur veitarin onga ábyrgd, tá seinking ella ófullfíggingin stavar frá feilum ella skaðum í framleiðsluútgerð, sum ávíst hevur elvt til seinking ella skaða við framleiðsluni, í sambandi við arbeiðaratrupulleikum av ein og hvørjum slag, ið veitarin ikki er harri yvir, sum t.d. eldsbruni, vatnskaði, náttúruvanlukkur, kríggj, uppreistur, ófriður, gjaldsoyraavmarkingar, mangul uppá flutningstól, avmarking av rakstrarmegi, eksport og importforboð og aðrar umstøður ein ikki hevur tamarhald á (force majeure).

Tonito tekur sær rætt til at veita upp til ±10 % meira ella minni enn bílagda upplagið. Hetta er galdandi, har framleiðsluhátturin ger slíkt neyðugt.

Vøruútbering / Flutningur

Vit senda vørur kring alt landið við ymiskum flutningsfyritøkum. Sendingarkostnaðurin verður lagdur omaná keypsprísin og verður roknaður út frá vekt og voluma á vøruni. Útberingartíðin er vanliga 1-3 arbeiðsdagar (Landfast: 1 dagur). Uttan eykakostna er møguligt at heinta vøruna á Tonito, Fjøruvegur 7, Eiði. Kundin fær teldupost, tá ið vøran er klár at heinta.

Sniðgeving

Vit sniðgeva og seta prentlutir upp eftir tørvi. Áðrenn prentað verður, skal uppsetingin góðkennast av tær. Rættlestur er tín ábyrgd og kostnaður. Góðkenning av korrekturi verður roknað sum endalig góðkenning av innihaldi, stavseting, myndum, litum og uppseting. Tonito ber ikki ábyrgd av villum, sum eru góðkendar av kundanum.

Til sniðgeving av vørum á heimasíðuni er rættlestur og uppseting tín ábyrgd. Tó gera vit eina roynd at kanna tilfarið fyri týðiligar villur, uppseting og góðsku, áðrenn prentað verður. Tú fært boð, um nakað av hesum verður staðfest.

Kundin hevur ábyrgd av, at innsendar fílur eru rættar, hava nøktandi góðsku og eru klárar til prent. Tonito hevur ikki ábyrgd av stavivillum, myndagóðsku, skeivari uppseting ella øðrum villum í tilfari, sum kundin sjálvur hevur latið ella gjørt í sniðgevingaramboðnum á heimasíðuni.

Rættingar / Endurskoðan
Eftir at vit hava móttikið tína bílegging upp á sniðgeving frá okkum, hyggja vit tilfarið ígjøgnum fyri at tryggja, at góðskan er í lagi. Um vit mangla tilfar ella hava nøkur ivamál, so seta vit okkum í samband við teg sum skjótast.
Tá vit hava sett fíluna upp, senda vit tær ein teldupost við einum uppskoti. Fyrsta rættingarumfar er íroknað grundprísinum fyri sniðgeving.
Um øll rættingarumfør eru brúkt og tú ynskir fleiri rættingar, kemur ein eykakostnaður á 500 DKK við MVG fyri hvørt komandi rættingarumfar. Hesin eykakostnaður verður goldin ígjøgnum eina nýggja rokning, sum vit senda til tín teldupost.

Veitingartíð fyri sniðgeving
Vanlig veitingartíð fyri fyrsta uppskot er innan 2–4 arbeiðsdagar Veitingartíð fyri rættingar er innan 1–2 arbeiðsdagar.

Prent

Tá prentað verður við CMYK litum, kunnu frávik koma innan fyri ±5 %.

Frávík í støddum og skerðing kunnu vera upp til ±2 mm ella ±2 %, alt eftir framleiðsluháttinum. Smá frávik í skering, falding, perforering, kasjering og øðrum eftirviðgerðum verða ikki roknað sum framleiðslufeilur, um tey eru innan vanlig framleiðslufrávik.

Litir sæddir á skermi eru ikki altíð teir somu sum á prentlutum. Skermar eru sera ymiskir og vísa ymiskar litir. Ofta eru prentlitir eitt vet myrkari enn litir á einum skermi. Skermar okkara eru kalibreraðir, sum tryggjar at litirnir verða vístir rætt á skerminum. Prentlutirnir verða góðsku kannaðir og samanlíknaðir við skermar og viftir okkara fyri at kanna um litirnir eru innanfyri ±5 %. Smá frávik í litum kunnu koma fyri millum ymiskar framleiðslur og endurprentingar. Hetta verður ikki mett sum feilur.

Iðranarrættur

Vørurnar á Tonito.fo koma undir serframleiðslu, tá tær verða framleiddar eftir ávísum tørvi, og av tí grund kann keypið ikki iðrast. Sí meira á heimasíðuni hjá brúkaraumboðnum: bruk.fo

Bílegging kann bert strikast, um framleiðslan ikki er byrjað. Er framleiðslan byrjað, kann Tonito krevja gjald fyri arbeiðið, sum longu er framt.

Endurgjaldskrav

Vit veita 24 mánaðar endurgjaldskrav til allar vørur, sum er í tráð við keypilógina.  Endurgjaldskravið fevnir um feilir og mangul í vøruni.  Hetta merkir, at tú kanst antin fáa vøruna umvælda, umbýtta, fáa peningin aftur ella avsláttur í prísinum alt eftir ávísu støðuni, ið talan er um. Endurgjaldskravið skal tó um somu tíð vera rættvístgjørt og vísa á, at møguligur feilur ella mangul ikki er íkomin orsakað av skeivum brúki av vøruni ella øðrum skaðaelvandi atburði, ið kann metast sum atvold til møguligan feil ella mangul í vøruni. Viðvíkjandi vørum við avmarkaðari livitíð er endurgjaldskravið somuleiðis avmarkað til haldgóðskutíðarskeiðið, ið vanliga ger seg galdandi viðv. ávísu vøruni. Finnur tú ein feil ella mangul í keyptari vøru, skalt tú sum brúkari boða Tonito frá innanfyri rímiligt tíðarskeið. Um tú setur fram endurgjaldskrav innan tveir mánaðar eftir, at feilur ella mangul er funnin, verður endurgjaldskravið altíð roknað sum rættstundis. Er feilur ella mangul í vøruni, vil Tonito altíð royna at umvæla vøruna ella at býta vøruna um, um hetta ikki ber ov høgan kostnað við sær fyri Tonito. Er endurgjaldskravið rættvístgjørt, rindar Tonito eisini fyri rímiligan flutningarkostnað. Vøran skal altíð sendast aftur í ráðiligari innpakking, og minst til at fáa kvittan fyri aftursending, so vit kunnu rinda endurgjald fyri flutningarkostnaðin. Endurgjald verður bert latið fyri sjálva vøruna. Tonito kann ikki ábyrgjast fyri fylgjukostnaði, mistum arbeiðsinntøkum ella øðrum óbeinleiðis tapi. Endurgjaldskrav kann gerast við at seta teg í samband við Tonito. 

Persónligar upplýsingar

Fyri at bíleggja frá Tonito.fo hava vit brúk fyri fylgjandi upplýsingum; navn, bústaður, telefon nummar og teldupostur. Hesar upplýsingar verða skrásettar fyri at Tonito kann senda vørur til tín og fráboða um okkurt er við bíleggingini. Upplýsingarnar verða goymdar í trúnaði í okkara kundalista. Bert starvsfólk hjá Tonito hava atgongd til kundalistan. Hesar upplýsingar verða ikki deildar til nakran triðjapart. Tú kanst til eina og hvørja tíð fáa sletta upplýsingarnar frá kundalistanum hjá okkum, við at seta teg í samband við Tonito.

Farspor / Cookies

Tonito.fo nýtir farspor (Cookies), fyri at fáa eitt yvirlit yvir hvussu nógv vitja síðuna og hvar á síðuni mest trafikkur er. Hetta gevur okkum møguleika at menna heimasíðuna fyri at skapa eitt betri upplivilsi fyri brúkarin. Tú kann til eina og hvørja tíð sletta farspor (cookies) á telduni hjá tær.

Klagumøguleikar

Klagur um vørur seldar á Tonito kunnu sendast til: Brúkaraumboðið Skálatrøð 20 Postrúm 73 FO-110 Tórshavn bruk.fo
Við klagu verður tú biðin um at upplýsa heimasíðunavnið, Tonito.fo, umframt okkara teldupost: tonito@tonito.fo.  

 

Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum, prísásetingum, upplagi, liti, broyttari framleiðslutíð og skeivari orðing á heimasíðuni.