Heim | Tænastur | Prent | Brævbjálvar

Brævbjálvar

Prent á brævbjálvar

Við okkara maskinum prenta vit offset og digitalt prent. Tískil hava vit møguleika at veita ein lágan prís fyri stórar og lítlar mongdir av brævbjálvum. Hetta skapar eisini eina sera stutta avgreiðslutíð av brævbjálvum við digital prenti.

Tonito Braevbjalvi Prent

Um Prent

Prenttilfar út til kant

Um prentið gongur heilt út til kantin á brævbjálvanum, skal uppseting, (layout) gerast ca. 3 mm størri enn støddin á brævbjálvanum hvørjumegin, t.v.s. um bjálvin er 220 mm langur, og prentið skal út til kant, skal prenttilfarið vera 226 mm langt.

Prent rundan um rútin

Rútaplaseringin kann skifta eitt sindur, tá ið bjálvarnir verða framleiddir. Um prentið gongur heilt ella partvíst rundan um rútin, skal tað definerast, um prentið skal vísa ein hvítan kant rundan um rútin, ella um tað skal ganga heilt inn á rútin. Vit mæla til ein 3 mm hvítan kant rundan um rútin og mæla til, at vit gera rútaskurðin í tínum prenttilfari.

Lím, latex og falsur

Vinarliga legg til merkis, at um tú plaserar prent framman, har tað á baksíðuni á pappírinum er lím, latex ella falsur, kann hetta geva ymisk litbrigdi (nuansulitir) í prentið á bjálvanum.

Prent út til kant

Á ein- og tveylittum prenti kunnu vit prenta heilt út til kantin á øllum 4 síðum á bjálvanum. Við trý- og fýralittum prenti skulu vit brúka 8 mm grípikant á einum av síðunum av bjálvanum, og tí skal eitt prentfrítt øki vera fram við einum kanti á bjálvanum.

Cart Item Removed. Undo
  • No products in the cart.