Til eitt og hvørt høvið
Vit framleiða faldarar í øllum vanligum støddum. Okkara maskinur gera tað møguligt at framleiða faldararnar skjótt, sum skapar eina sera stutta avgreiðslutíð. Eisini hava vit møguleika til at sniðgeva og gera layout.


Um Faldarar
Pappír
Vit hava stórt úrvæl av pappíri í ymsum tjúktum. Møguligt er at fáa 80gr heilt upp til 350gr pappír. Tað er møguligt at velja ímillum blankt (coated) og matt (uncoated) pappír.
Støddir
Okkara mest umtókta stødd er A5 faldarar 148 x 210 mm. Síðani koma A4 faldarar 210 x 297 mm. Eisini er møguligt at fáa faldarar við serligum foldi. T.d. Trifold og Z fold. Um tú hevur ein fyrispurning uppá serstakar støddir so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og vit kunnu koma fram til eina loysn.
Sniðgeving
Vit hava møguleika til at gera layout til faldarar eftir ávísum tørvi. Faldarin verur ikki prentaður fyrr enn kundin er nøgdur og hevur góðkent sniðið.
Endamál
Okkara faldarar kunnu brúkast til ymisk endamál. T.d. lýsingar, vegleiðingar og mangt annað. Um boðskapurin er ov breiður til ein faldara leitar tú kanska heldur eftir einum hefti.