Heim | Tænastur | Prent | Heftir

Heftir

Til eitt og hvørt høvið

Vit framleiða heftir í øllum vanligum støddum. Okkara maskinur gera tað møguligt at framleiða heftini skjótt, sum skapar eina sera stutta avgreiðslutíð. Eisini hava vit møguleika til at sniðgeva og gera layout.

Einfalt Tonito hefti
Tonito Hefti, Prent

Um Heftir

Pappír

Vit hava stórt úrvæl av pappíri í ymsum tjúktum. Møguligt er at fáa 80gr heilt upp til 350gr pappír. Tað er møguligt at velja ímillum blankt (coated) og matt (uncoated) pappír. Eisini er møguleiki fyri at hava ymiskt slag av pappíri í einum hefti. T.d. ein permusíða úr tjúkkum pappíri.

Støddir

Okkara mest umtókta stødd er A5 heftir 148 x 210 mm. Síðani koma A4 heftir 210 x 297 mm. Um tú hevur ein fyrispurning uppá serstakar støddir so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og vit kunnu koma fram til eina loysn.

Sniðgeving

Vit hava møguleika til at gera layout til heftir eftir ávísum tørvi. Hefti verur ikki prenta fyrr enn kundin er nøgdur og hevur góðkent sniðið.

Endamál

Okkara heftir kunnu brúkast til ymisk endamál. T.d. lýsingar, vegleiðingar, sangheftir, gravsálmar og mangt annað. Um boðskapurin skal verða stuttur leitar tú kanska heldur eftir einum faldara.

Annað prent

Lýsingartilfar