Heim | Tænastur | Prent | Sangheftir

Sangheftir

Til eitt og hvørt høvið

Skalt tú nýta eitt sanghefti til eitt tiltak, veitslu, brúðarveitslu ella okkurt annað? Vit framleiða sangheftir júst til tín tørv. Sangheftið verður leverað falsað, stift og reinskorið.

Sangheftini fáast í øllum vanligum støddum. Okkara maskinur gera tað møguligt at framleiða heftini skjótt, sum skapar eina sera stutta leveringstíð. Eisini hava vit møguleika til at sniðgeva sanghefti.

Tonito Prenta Sanghefti

Um Sangheftir

Pappír

Vit hava stórt úrvæl av pappíri. Tygum kunnu velja ímillum blankt (coated) og matt (uncoated) pappír frá 80 gr. til 350 gr. pappír. Eisini er møguleiki at hava ymisk sløg av pappíri í einum hefti. Heftið kann leverast við ella uttan tjúkkari permu. – Eitt hefti hóskar eisini væl sum ein lítil bók, – og við tjúkkari permu (kápu) fær tað eitt ótrúliga flott “look”.

Støddir

Okkara mest umtóktu støddir eru A5 heftir (148 x 210 mm) og síðani A4 heftir (210 x 297 mm). Um tú hevur ein fyrispurning uppá serstakar støddir, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Sniðgeving

Vit hava møguleika at hjálpa tygum við sniðgeving av heftinum. Heftið verður ikki prenta fyrrenn kundin er nøgdur og hevur góðkent sniðið.

Brúðarveitsla

Vit hava framleitt nógv ymisk sangheftir til brúðarveitslur ígjøgnum tíðina. Vanliga mannagongdin er at kundin sendur tilfar (myndir, sangir o.a.) og vit seta sanghefti upp eftir tørvi frá kundanum. Eisini er møguligt at senda eina prentklára fíl til okkum, sum vit síðani prenta til eitt endaligt sanghefti.

Annað prent

Lýsingartilfar

Kurv Vøra strikað Angra
  • Ongar vørur í kurvini.