Heim | Um okkum

Um okkum

Um Tonito, Eiði, Føroyar
Um Tonito

Brævbjálvavirki & Prentsmiðja

Tonito byrjaði sítt framleiðsluvirksemi á várið 1988. Virkið hevur verið í støðugari menning og vøkstri. Nevnast kann, at flutt varð í stór nýggj og snotilig hølir í 1999, soleiðis at virksemið í dag fevnir breitt. Tonito er einasta brævbjálvavirki í Føroyum og størri partur av samlaðu brævbjálvanýtsluni í Føroyum kemur frá Tonito. Umframt brævbjálvar veitir Tonito eisini alt innanfyri prentloysnir. Millum annað prent á brævbjálvar, heftir/faldarar, visitkort, blokkar, plakatir/bannarar o.a. Prent í dag er sera krevjandi og verður lagt til rættis til minstu smálutir. Í góðum samstarvi millum brúkarin og okkum, kann eitt gott og snøgt úrslit greiðast úr hondum frá sniðgeving til endaligt produkt.